Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999 |
16. fundur |
Mánadagur 18. oktober 1999 |
kl. 10.00 |
Ár 1999, mánadagin 18. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur.
Til viðgerðar:
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri
september 1999.
Uppskot frá Henrik Old um at beina málið aftur í nevnd fall 8-1-19. Broytingaruppskot
frá samdari fríggjarnevnd til §§ 1, 6 og 8 samtykt 25-3-1. Uppskot landsstýrisins
soleiðis broytt samtykt 25-3-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Fundur niðurlagdur kl. 12.00
Fundur uppafturtikin kl. 13.30.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1999:
Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.
Fundur niðurlagdur kl. 17.50.
Fundur uppafturtikin týsdagin 19. oktober 1999 kl. 10.00.
Fundur niðurlagdur kl. 12.00.
Fundur uppafturtikin kl. 13.30.
Fundur niðurlagdur kl. 18.00.
Fundur uppafturtikin mikudagin 20. oktober 1999 kl. 10.00.
Fundur niðurlagdur kl. 12.10.
Fundur uppafturtikin kl. 13.30.
Málið beint í fíggjarnevndina.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmálini nr. 6/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av
falnari skuld til landskassan, nr. 7/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í "midlertidig bestemmelse for Færøerne om
inddrivelse af personlig skat til amtskommunen" og nr. 8/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt, og at Katrin
Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 10/1999:
Uppskot til løgtingslóg um íløgugrunn til endurnýggjan av veiðiflotanum.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 21. oktober 1999, kl. 13.30, við
hesi dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
1-2/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999.
- Svar uppá fyrispurning nr.
100-8/1999 til Eyðun Elttør, landsstýrismann í umhvørvismálum, frá Andrias
Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útbyggingarætlanini hjá SEV - Eiði 3 og 4.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
9/1999: Uppskot til løgtingslóg um leiðbeinandi fólkatkvøðu um
samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing
av falnari skuld til landskassan.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 7/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í "midlertidig bestemmelse for Færøerne
om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen".
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
8/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 18.45
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari