Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

13. fundur

Hósdagur 30. september 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 30. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen og Jóannes Eidesgaard, Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Dan R. Petersen hevur tikið sæti aftur á tingi í dag, og Tórbjørn Jacobsen tók sæti aftur 24. september 1999.

 

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/1999 til Eyðun Elttør, landsstýrismann í umhvørvismálum, frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útbyggingarætlanini hjá SEV - Eiði 3 og 4.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-3/1999 frá Henrik Old, løgtingsmanni, um tunnil millum Hov og Øravík.
    Málið avgreitt.
  3. Framløga.

Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-9/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, um viðurskiftini á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 8. oktober 1999, kl. 9.30, við hesi dagssskrá:

  1. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, leggur fram frágreiðing frá landsstýrinum um fullveldismálið og Hvítubók.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, um viðurskiftini á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-6/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi kirkjulóggávuni.
  4. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 14.40

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari