Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

9. fundur

Hósdagur 9. september 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 9. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jákup Suni Joensen, Flemming Mikkelsen, Hans Tausen Olsen og Hergeir Nielsen, Eyðun Elttør, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-6/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi kirkjulóggávuni.
  2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 3/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um avmarking av løn í samband við sjúku.
    §§ 1 og 2 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 4/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 16. september 1999, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 3/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um avmarking av løn í samband við sjúku.
  2. Svar uppá fyrispurning nr. 100-3/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, um tunnil millum Hov og Øravík.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-4/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, um sigling hjá Strandferðsluni millum Havnina og Vág.
  4. Svar uppá fyrispuring nr. 100-5/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útbyggingarætlanini hjá SEV viðvíkjandi Eiði 3 og 4.
  5. Framløga

Fundur lokin kl. 16.15

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari