Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

7. fundur

Hósdagur 26. august 1999

kl. 13.30

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Signar á Brúnni, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

    1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, um tunnil millum Hov og Øravík.
    2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

    3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, um sigling hjá Strandferðsluni millum Havnina og Vág.
    4. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

    5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-5/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útbyggingarætlanini hjá SEV viðvíkjandi Eiði 3 og 4.
      Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
    6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 3/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um avmarking av løn í samband við sjúku.
    7. Málið beint í vinnunevndina.

      Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 7. september kl. 13.30 við hesi skrá:

    1. Svar uppá fyrispurning nr. 100-1/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um arvagransking.
    2. Svar uppá fyrispurning nr. 100-2/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppsøgnini av landsverkfrøðinginum.
    3. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 15.00

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari