Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

6. fundur

Týsdagur 24. august 1999

kl. 13.40

 

Ár, 1999 týsdagin 24. august, kl. 13.40, varð fundur settur.

Løgtingsmenninir Bjarni Djurholm, Jógvan við Keldu, Henrik Old, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Ronald Poulsen, Sámal Petur í Grund, Jógvan Durhuus og Annita á Fríðriksmørk, løgmaður, landsstýrismenninir Karsten Hansen, Finnbogi Arge, Helena Dam á Neystabø, Høgni Hoydal, Signar á Brúnni og Eyðun Elttør og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

  1. Framløga.
  2. Formaðurin boðaði frá, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 3/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um avmarking av løn í samband við sjúku.
    Eisini boðaði formaðurin frá fyrispurningum nr 100-3/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, um tunnil millum Hov og Øravík, nr. 100- 4/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, um sigling hjá Strandferðsluni millum Havnina og Vág og nr. 100-5/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um útbyggingarætlanina hjá SEV viðvíkjandi Eiði 3 og 4.

Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyrispurning nr. 100-1/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni viðvíkjandi arvagransking.

         

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður hósdagin 26. august 1999 kl. 13.30 við hesi skrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 3/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um avmarking av løn í samband við sjúku
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/1999 Til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, um tunnil millum Hov og Øravík
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/1999 Til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, um sigling hjá Strandferðsluni millum Havnina og Vág
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-5/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmann, viðvíkjandi útbyggingarætlanini hjá SEV viðvíkjandi Eiði 3 og 4.
  5. Framløga

Fundur lokin kl. 13.50

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                            /Beinta Joensen
                                                             skrivari