Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

5. fundur

Týsdagur 10. august 1999

kl. 10.25

 

Ár 1999, týsdagin 10. august, kl. 10.25, varð fundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Henrik Old, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Edmund Joensen, Lisbeth L. Petersen, Sámal Petur í Grund og Jógvan Durhuus, landsstýrismenninir Karsten Hansen, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

    1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-2/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppsøgnini av landsverkfrøðinginum.
    2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.

      Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður lýstur á vanligan hátt.

      Fundur lokin kl. 10.28

      Finnbogi Ísakson
      løgtingsformaður

                                                          /Marius Rein
                                                          skrivari