Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

1. fundur

Hósdagur 29. juli 1999

kl. 13.00

 

Ár 1999, hósdagin 29. juli, kl. 13.00, varð fundur settur.

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Løgtingsformaðurin lýsti tingsetuna 1999 at vera setta sambært § 10 í stýrisskipanarlógini.

Til viðgerðar:

Løgmaður greiddi, sambært stýrisskipanarlógini § 12, stk. 1, frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.

Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 2/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 3. august 1999, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

    1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 2/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    2. Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið.
    3. Umrøða av løgmansrøðuni.
    4. Framløga.

Fundur lokin kl. 13.35

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                      /Marius Rein
                                                                skrivari