Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

88. fundur

Hósdagur 15. juli 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, hósdagin 15. juli, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir John Petersen, Jákup Suni Joensen, Hans Pauli Strøm, Vilhelm Johannesen, Jenis av Rana, Marjus Dam, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen, løgmaður og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Finnbogi Arge, Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

John Petersen, løgtingsmaður, hevur í skrivi, dagfest 13. juli 1999, sagt tingsessin frá sær. Formaðurin mælti til, at Eyðun Viderø, ið er næsti maður á lista Fólkafloksins í Sandoyar valdømi, og sum áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Fólkaflokkin í Sandoyar valdømi tað, ið eftir er av valskeiðnum.

Samtykt 22-0-1.

 

Fundur lokin kl. 10.15

 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari