Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

86. fundur

Fríggjadagur 14. mai 1999

kl. 11.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 14. mai, kl. 11.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Bjarni Djurholm, Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm, Dan R. Petersen, Henrik Old, Jenis av Rana, Alfred Olsen, Marjus Dam, Sámal Petur í Grund, Jógvan Durhuus og Páll á Reynatúgvu, Anfinn Kallsberg, løgmaður og landsstýrismenninir Karsten Hansen, Jørgen Niclasen og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

Fundur niðurlagdur kl. 11.05
Fundur uppafturtikin kl. 11.45

Til viðgerðar:

  1. Framløga.
  2. Uttanlandsnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 124/1998: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um marknaseting millum Føroya og Bretlands.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 17. mai 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 124/1998: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um marknaseting millum Føroya og Bretlands.
  2. Svar uppá fyrispurning nr. 100-66/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanum at privatisera Føroya Banka.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-59/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um vinnuligan fiskiskap o.a.
  4. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 11.55

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari