Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

84. fundur

Mánadagur 10. mai 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, mánadagin 10. mai, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Dan R. Petersen, Henrik Old, Katrin Dahl Jakobsen og Páll á Reynatúgvu, og landsstýrismenninir Karsten Hansen og Finnbogi Arge vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Framløga.
  2. Løgmaður legði fram tingmál nr. 124/1998: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um marknaseting millum Føroya og Bretlands. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann verða lagt fram: Jenis av Rana, Edmund Joensen, Flemming Mikkelsen, Marjus Dam, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Finnbogi Ísakson Jákup Sverri Kass, Rúna Sivertsen, Heðin Mortensen, Eyðun Viderø, Bjarni Djurholm, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Jógvan Durhuus, Hergeir Nielsen, Heini O. Heinesen, Finnur Helmsdal, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann, Jóanis Nielsen, Hans Pauli Strøm og Jóannes Eidesgaard.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 12. mai 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 124/1998: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um marknaseting millum Føroya og Bretlands.
  2. Svar uppá fyrispurning nr. 100-37/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónstrygging.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-38/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattalætta.
  4. Framløga.

Fundur lokin kl. 14.05

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein,  skrivari