Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

80. fundur

Týsdagur 20. apríl 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, týsdagin 20. apríl, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Jenis av Rana og Hergeir Nielsen, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Finnbogi Arge og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 121/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  2. §§ 1 og 2 samtyktar 16-7-5. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 109/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg "om Jordbrugets Fremme".
  4. Løgmaður tók, vegna landsstýrismannin í vinnumálum, uppskotið aftur.
    Málið avgreitt.

  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  6. Uppskot frá Rúnu Sivertsen um at beina málið aftur í nevnd fall 2-1-24. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini til § 1, nr. 2 fall 13-1-14. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 1, nr. 1 samtykt 27-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-1. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
  8. §§ 1 og 2 fullu 8-6-15. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.

  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 96/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet".
  10. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 85/1998: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.
  12. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 5, 10, 23, 29, 33, 40, 45, 51, 52, 63 og 71 fall 13-0-16. Upprunauppskotið fall 13-0-16. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.

  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 91/1998: Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  14. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 13, 20, 21 og 30 samtyktar 16-0-12.Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-12. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.
  16. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini til §§ 1 og 2 fall 11-0-17. Upprunauppskotið fall 10-1-17. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.

  17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999.
  18. Uppskotið samtykt 24-1-2. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  19. 3. viðgerð av tingmáli 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  20. Broytingaruppskot frá Bjarna Djurholm, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Sámal Petur í Grund til § 1, nr. 3 samtykt 23-3-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 18-6-2.
    Málið avgreitt.

  21. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-41/1998 frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni viðvíkjandi landskassans skuld til føroysku kommunurnar.
  22. Málið avgreitt.

  23. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-35/1998 frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi samskatting av hjúnum og dupulta botnfrádráttinum.
  24. Málið avgreitt.

  25. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-65/1998 frá Heina O. Heinesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppsøgnini av landsverkfrøðinginum og um bygnaðarbroytingarnar í landsumsitingini.
  26. Málið avgreitt.

  27. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100- 57/1998 frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslóg um fólkanøvn.
  28. Málið avgreitt.

  29. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-43/1998 frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til ferðaútreiðslur.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:

Svar uppá fyrispurning nr. 100-37/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónstrygging.

Formaðurin boðaði frá, at Heðin Mortensen í skrivi til formannin, dagfest 20. apríl 1999, hevur tikið fyrispurningarnar nr. 100-48/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi eftirgeving av skuld og nr. 100-51/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi barnaansingartrupulleikunum í landinum, aftur.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 21. apríl 1999 kl. 9.00 við hesi dagsskrá:

Munnligir fyrispurningar verða á skrá kl. 13.30

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 123/1998: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi flóttafólki.
  2. Svar uppá fyrispurning nr. 100-36/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi komandi tillagingum og skerjingum í almenna sektorinum.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-47/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyting av ríkisviðurskiftum Føroyar/Danmark.
  4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-49/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um sanering av allari privatari skuld.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-50/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um landsjørð og jarðargrunnin.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-52/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi studningi, láni og verjutolli til landbúnaðin.
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-53/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um traðir og rættindi traðarmanna.
  8. Svar uppá fyrispurning nr. 100-45/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættindunum hjá føroyskum lesandi til lestrarstøð og kollegiir í Danmark.
  9. Svar uppá fyrispurning nr. 100-46/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættindunum hjá føroyskum lesandi til danskan lestrarstuðul
  10. Svar uppá fyrispurning nr. 100-54/1998 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, viðvíkjandi grundlógarbroyting og fólkatingssessum
  11. Svar uppá fyrispurningur nr. 100-60/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi grótknúsiverkinum á Lambareiði.
  12. Framløga

 

Fundur lokin kl. 19.50 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
                                                                                /Marius Rein
                                                                                skrivari