Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

77. fundur

Hósdagur 15. apríl 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 15. apríl 1999, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Signar á Brúnni, Finnbogi Arge, Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 121/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  2. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 122/1998: Uppskot til broyting í tingskipan Føroya Løgtings.
  4. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 92/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  6. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini til § 1 samtykt 17-7-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-3-11. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 97/1998: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
  8. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini til §§ 5, 6 og 13 fall 13-0-18. Uppskot landsstýrisins samtykt 31-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  9. Framløga

Trivnaðarnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 85/1998: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi og nr. 96/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet". Fíggjarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 109/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg "om Jordbrugets Fremme" og álit II í tingmáli nr. 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Mentanarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan. Vinnunevndin legði fram álit í tingmáli nr. 87/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 16. apríl 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 76/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "lov om undersøgelse af Politets Efterretningstjeneste"
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á mototakførum v.m.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar)
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 111/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning"
  6. Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.45

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                /Marius Rein
                                                            skrivari