Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

75. fundur

Týsdagur 14. apríl 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, týsdagin 13. apríl, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Føroya Jarðargrunnur fyri árini 1996-97.
  2. Uppskotið til samtyktar samtykt 27-1-0.
    Málið avgreitt.

  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16-13/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Húsalánsgrunnurin, Íbúðargrunnurin og Bjálvingar-stuðulsgrunnurin 1993-97.
  4. Uppskotið til samtyktar samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.

  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir
  6. Ríkislógartilmæli fall 12-6-14, málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.

  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  8. Uppskotið samtykt 32-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar)
  10. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 9 og 12 samtykt 28-2-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 111/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning"
  12. Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Sámal Petur í Grund, Alfred Olsen og Rúnu Sivertsen til § 15 fall 14-1-16.
    Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til §§ 10, 12, 13, 16 og 18 samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  13. 3. viðgerð av tingmáli nr. 79/1998: Uppskot til løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin)
  14. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.

  15. 3. viðgerð av tingmáli nr. 89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
  16. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.

  17. 3. viðgerð av tingmáli nr. 113/1998: Uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
  18. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.

  19. 3. viðgerð av tingmáli nr. 95/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
  20. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-2.
    Málið avgreitt.

  21. 3. viðgerð av tingmáli nr. 75/1998: Uppskot til løgtingslóg um kommunulæknaskipan
  22. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.

  23. 3. viðgerð av tingmáli nr. 112/1998: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  24. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.

  25. 3. viðgerð av tingmáli nr. 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing
  26. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.

  27. 3. viðgerð av tingmáli nr. 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógini um fólkapensjón
  28. Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu, Finni Helmsdal, Rúnu Sivertsen og Jóanis Nielsen til § 2 samtykt 17-1-14. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.

  29. 3. viðgerð av tingmáli nr. 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving)
  30. Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Joan Ziskason, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Jóanis Nielsen, Heðin Mortensen og Álvi Kirke til § 3 samtykt 28-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.

  31. 3. viðgerð av tingmáli nr. 107/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving)
  32. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.

  33. 3. viðgerð av tingmáli nr. 84/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um áseting og javning gav almannaveitingum
  34. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.

  35. 3. viðgerð av tingmáli nr. 90/1998: Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar
  36. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.

  37. 3. viðgerð av tingmáli nr.  1-7/1998: Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999.
  38. Broytingaruppskot frá Flemming Mikkelsen, Lisbeth L. Petersen, Vilhelm Johannesen og Henrik Old til § 5, 5.34.2.02 fall 13-4-15. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-14-2.
    Málið avgreitt.

  39. 3. viðgerð av tingmáli nr. 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.
  40. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.

  41. 3. viðgerð av tingmáli nr. 78/1998: Uppskot til løgtingslóg um djóralæknavirksemi.
  42. Broytingaruppskot frá Álvi Kirke, Henrik Old, Alfred Olsen, Joan Ziskason og Hans Paula Strøm til § 1 samtykt 17-6-3. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.

22. Framløga.

Løgtingsformaðurin legði fram tingmál nr. 122/1998: Uppskot til broyting í tingskipan Føroya Løgtings. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann verða lagt fram: Finnbogi Ísakson, Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen, Eyðun Viderø, Bjarni Djurholm, Sámal Petur í Grund, Henrik Old, Jógvan Durhuus, Alfred Olsen, Heini O. Heinesen, Jákup Sverri Kass, Jóanis Nielsen, Rúna Sivertsen, Jóannes Eidesgaard, Flemming Mikkelsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Hergeir Nielsen og Hans Pauli Strøm.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 121/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í ting-skipanini, at málið kann verða lagt fram: Jákup Sverri Kass, Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Rúna Sivertsen, Sámal Petur í Grund, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, Eyðun Viderø, Bjarni Djurholm, Óli Breckmann, Jákup Suni Joensen, Jógvan Durhuus, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Flemming Mikkelsen, Lisbeth L. Petersen, Edmund Joensen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Jenis av Rana, Henrik Old, Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen.

Vinnunevndin legði fram álit í tingmáli nr. 92/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning og mentanarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 97/1998: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.

Undir atkvøðugreiðslunum varð staðfest, at ávísir atkvøðuknøttur ikki altíð vísti rætt. Nærri frágreiðing finst í málunum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 14. apríl 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Løgmaður leggur fram tingmál nr. 101-5/1998: Frágreiðing um kommunumál.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 77/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um granskingarráð Føroya
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 116/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning
  5. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/1998: Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum um vinnupolitikk
  6. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.25 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                /Marius Rein
                                            skrivari