Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

74. fundur

Fríggjadagur 9. apríl 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 9. apríl, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-42/1998 frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi norskum svartalista, viðferð av føroyskum fiskiskipum í norskum sjógvi o.ø.
  2. Málið avgreitt.

  3. 2. viðgerð av tingmáli 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing.
  4. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  5. 2. viðgerð av tingmáli 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógini um fólkapensjón.
  6. §§ 1 og 2 samtyktar 19-8-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  7. 2. viðgerð av tingmáli 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving).
  8. Broytingaruppskot frá mentanarnevndini tikið aftur. Uppskotið samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  9. 2. viðgerð av tingmáli 107/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving).
  10. Uppskotið samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  11. 2. viðgerð av tingmáli 80/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í samband við barnsburð.
  12. Fundur niðurlagdur kl. 12.05
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

    Uppskotið afturtikið av uppskotsstillarunum. Uppá fyrispurning løgtingsformansins tók eingin uppskotið uppaftur.

  13. 2. viðgerð av tingmáli 84/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
  14. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 1, 2 og 3 samtykt 14-4-11. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-2-2. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  15. 2. viðgerð av tingmáli 90/1998: Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar.
  16. Uppskotið samtykt 28-1-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  17. 2. viðgerð av tingmáli 1-7/1998: Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999.
  18. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 5, 5.34.2.01 samtykt 30-0-0. § 5, 5.34.2.02 samtykt 15-1-14. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-2-13. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  19. 2. viðgerð av tingmáli 86/1998: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.
  20. §§ 1 og 2 fullu 13-0-14. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.

  21. 2. viðgerð av tingmáli 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.
  22. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 26-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-1-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  23. 2. viðgerð av tingmáli 1-8/1998: Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999-2.
  24. Uppskotið afturtikið av uppskotsstillaranum. Uppá fyrispurning løgtingsformansins tók eingin uppskotið uppaftur.

  25. 2. viðgerð av tingmáli 83/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning.
  26. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini til § 2 fall 12-2-13. §§ 1, 2 og 3 fullu 12-1-14. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.

  27. 2. viðgerð av tingmáli 78/1998: Uppskot til løgtingslóg um djóralæknavirksemi.
  28. Broytingaruppskot frá Jenis av Rana til § 1 fall 13-1-13. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 11, 14, 18, 19, 20, 21, 22, 23, 25, 26, 31 og 33 samtykt 26-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-2-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Føroya Jarðargrunnur fyri árini 1996-97, 2. viðgerð av tingmáli 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m., 2. viðgerð av tingmáli 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar) og  2. viðgerð av tingmáli 82/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir.

Farloyvi:
Skriv frá Jenis av Rana, dagfest 9. apríl 1999, um farloyvi frá 10. apríl 1999 til 19. apríl 1999, báðir dagar íroknaðir, og at næsti maður á lista Miðfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Álvur Kirke, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jenis av Rana.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 13. apríl 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Føroya Jarðargrunnur fyri árini 1996-97
  2. 2. viðgerð av tingmáli 16-13/1998 Grannskoðan av almennum roknskapum Húsalánsgrunnurin, Íbúðargrunnurin og Bjálvingarstuðulsgrunnurin 1993-97
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir
  4. 2. viðgerð av tingmáli 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  5. 2. viðgerð av tingmáli 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar)
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 111/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning"
  7. 3. viðgerð av tingmáli 79/1998: Uppskot til løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin)
  8. 3. viðgerð av tingmáli 89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
  9. 3. viðgerð av tingmáli 113/1998: Uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
  10. 3. viðgerð av tingmáli 95/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
  11. 3. viðgerð av tingmáli 75/1998: Uppskot til løgtingslóg um kommunulæknaskipan
  12. 3. viðgerð av tingmáli 112/1998: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  13. 3. viðgerð av tingmáli 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing
  14. 3. viðgerð av tingmáli 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógini um fólkapensjón
  15. 3. viðgerð av tingmáli 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving)
  16. 3. viðgerð av tingmáli 107/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving)
  17. 3. viðgerð av tingmáli 84/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
  18. 3. viðgerð av tingmáli 90/1998: Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar
  19. 3. viðgerð av tingmál 1-7/1998: Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999
  20. 3. viðgerð av tingmáli 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
  21. 3. viðgerð av tingmáli 78/1998: Uppskot til løgtingslóg um djóralæknavirksemi
  22. Framløga

Fundur lokin kl. 17.50  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                            /Marius Rein
                                                    skrivari