Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 |
73. fundur |
hósdagur 8. apríl 1999 |
kl. 13.30 |
Ár 1999, hósdagin 8. apríl 1999, kl. 13.30 varð tingfundur settur.
Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, og Karstin Hansen, landsstýrismaður, vóru ikki
á fundi.
Til viðgerðar:
- Tingmál nr. 101-4/1998:
Frágreiðing frá Finnboga Arge, landsstýrismanni í vinnumálum, um vinnupolitikk.
Landsstýrismaðurin legði frágreiðingina fram.
Orsakað av verkfallinum hjá Starvsmannfelagnum varð ikki atkvøtt á telduskipanini,
men eftir § 76, stk. 2 í tingskipanini. Formaðurin heitti eftir § 76, stk. 3 á Eyðun
Viderø og Hendrik Old, løgtingsmenn, um at veita formanninum hjálp, tá ið
atkvøðugreiðslan verður tald.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/1998:
Uppskot til løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi
(Kolvetnisskattalógin).
Uppskotið samtykt 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð
samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av
lánum.
Uppskotið samtykt 22-4-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð
samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 113/1998:
Uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
Uppskotið samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð
samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 103/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Uppskot um at beina málið aftur í nevnd samtykt 18-1-9.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 95/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
Uppskotið samtykt 27-0-2. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð
samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/1998:
Uppskot til løgtingslóg um kommunulæknaskipan.
Uppskotið samtykt 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð
samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/1998: Uppskot til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "lov om
undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste"
Uppskotið samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð
samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 112/1998:
Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
Broytingaruppskot frá vinnunevndini samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt
samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan
atkvøðugreiðslu.
- Tingmál nr. 100-44/1998:
Svar uppá fyrspurning til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen,
løgtingsmanni, um økismenning.
Fyrispurningurin varð svaraður.
Framløga
Rættarnevndin legði fram álit í løgtingsmáli nr. 111/1998: Uppskot
til ríkislógartilmæli fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne om
ægteskabs indgåelse og opløsning.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 9.apríl 1999 kl. 10.00 við hesi
dagsskrá:
- Tingmál nr. 100-42/1998:
Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni,
viðv. norskum svartalista, viðferð av føroyskum fiskiskipum í norskum sjógvi o.ø.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 117/1998:
Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og
ættleiðing
- viðgerð av tingmáli nr. 93/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í lógini um fólkapensjón .
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/1998:
Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving)
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 107/1998:
Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving)
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/1998:
Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í samband við
barnsburð
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 84/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 90/1998:
Uppskot til løgtingslóg um almenna- og heilsuútbúgvingar
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 16-6/1998:
Grannskoðan av almennum roknskapum Føroya Jarðargrunnur fyri árini 1996-97
- 2. viðgerð av tingmál nr. 1-7/1998:
Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 86/1998:
Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 108/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/1998:
Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999- 2
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 83/1998:
Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 78/1998: Uppskot
til løgtingslóg um djóralæknavirksemi
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á
motorakførum v.m.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot
til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar)
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/1998:
Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi
fyri Føroyar ymsar kirkjulógir
- Framløga.
Fundur lokin kl. 16.30
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Súsanna
Danielsen
skrivari