Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

69. fundur

mikudagur 24. mars 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, mikudagin 24. mars kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Sámal Petur í Grund og Hergeir Nielsen vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

Munnligir fyrispurningar.

 

Tikið av dagsskrá:

Løgtingsmál nr. 100-40/1998.Svar uppá fyrispurning frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi gomlum teldum til fólkaskúlan.1.viðgerð av tingmáli nr. 120/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar.1. viðgerð av tingmáli nr. 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Jarðargrunnurin 1996-97.1. viðgerð av tingmáli nr. 16-7/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Vakstrarhúsgrunnurin 1996-97. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-8/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Útvarp Føroya 1996 og 1997.1. viðgerð av tingmáli nr.16-9/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Sjónvarp Føroya 1996-97.


Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 25. mars 1999 kl.13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar (teir sum ikki vórðu svaraðir í dag)
  2. Atkvøðugreiðsla í tingmáli nr. 100-65/1998: Fyrispurningur frá Heina O. Heinesen, løgtingsmanni, til løgmans um Landsverkfrøðingin.
  3. Atkvøðugreiðsla í tingmáli nr. 100-64/1998: Fyrispurningur frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um próvtøkur uttan fyri Danmark
  4. Atkvøðugreiðsla í tingmáli nr. 100-66/1998: Fyrispurningur frá Jóannes Ejdesgaard, løgtingsmanni, til Karsten Hansen, landsstýrismann, um privatisering av Føroya Banka.
  5. Atkvøðugreiðsla í tingmáli nr. 100-63/1998: Fyrispurningur frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um Tórshavnar kommunala skúlaumdømi.
  6. 1.viðgerð av tingmáli nr. 120/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
  8. Løgtingsmál nr. 100-40/1998: Svar uppá fyrispurning frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi gomlum teldum til fólkaskúlan
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Jarðargrunnurin 1996-97.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-7/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Vakstrarhúsgrunnurin 1996-97.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-8/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Útvarp Føroya 1996 og 1997.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-9/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Sjónvarp Føroya 1996-97.
  13. Framløga

 

Fundur lokin kl. 15.35

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                                        /Súsanna Danielsen
                                                                                        skrivari