Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

67. fundur

hósdagur 18. mars 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 18.mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu, Torbjørn Jacobsen, Eyðun Viderø, Jógvan við Keldu, Mikkjal Sørensen, Lisbeth L. Petersen og Marius Dam og landsstýrismenninir Karsten Hansen og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr. 87/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn av misgáum var beint í trivnaðarnevndina, men átti at verið beint í vinnunevndina, og varð hetta broytt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1998: Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  3. 1.viðgerð av tingmáli nr. 97/1998: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
    Málið beint í mentanarnevndina
  4. Framløga. Boðað varð frá hesum fyrispurningum:
    Løgtingmál nr. 100-55/1999: Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, um eldrarøkt.
    Løgtingmál nr. 100-56/1999: Fyrispurningur frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um nýggjan studentaskúla.
    Løgtingmál nr. 100-57/1999: Fyrispurningur frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni til Høgna Hoydal, landsstýrismann, um navnalóggávuna.
    Løgtingmál nr. 100-59/1999: Fyrispurningur frá Jákup S. Joensen, løgtingsmanni til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um lógina um vinnuligan fiskiskap.
    Løgtingmál nr. 100-54/1999: Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, um lógina um grundlógarbroytingar.
    Løgtingmál nr. 100-58/1999: Fyrispurningur frá Hendrik Old, løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um hvalaveiðu.
    Løgtingsmál nr. 100-60/1999: Fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, til Finnboga Arge, landsstýrismann, um grótknúsaran á Lambareiði.
    Løgtingmál nr. 100-61/1999: Fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi bygdaleiðum.

    Løgtingmál nr. 100-62/1999: Fyrispurningur frá Katrin D. Johansen, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um lógina um frískúlar.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.1.viðgerð av tingmáli nr. 120/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar. 1.viðgerð av tingmáli nr. 16-2/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárini 1996 og 1997.1.viðgerð av tingmáli nr. 16-3/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997. 1.viðgerð av tingmáli nr. 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í lógini um fólkapensjón.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 19. mars 1999 kl.13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-55/1999: Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, um eldrarøkt skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-56/1999: Fyrispurningur frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um nýggjan studentaskúla skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-57/1999: Fyrispurningur frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, til Høgna Hoydal, landsstýrismann, um navnalóggávuna skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-59/1999: Fyrispurningur frá Jákup S. Joensen, løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um lógina um vinnuligan fiskiskap skal svarast.
  5. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-54/1999: Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, um lógina um grundlógarbroytingar skal svarast.
  6. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-58/1999: Fyrispurningur frá Hendrik Old, løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann um hvalaveiðu skal svarast.
  7. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-60/1999: Fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, til Finnboga Arge, landsstýrismann, um grótknúsaran á Lambareiði skal svarast.
  8. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-61/1999: Fyrispurningur frá Sámal P. í Grund, løgtingsmanni, til Finnboga Arge, landsstýrismann, um lógina um bygdaleiðir skal svarast.
  9. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-62/1999: Fyrispurningur frá Katrin D. Johansen, løgtingsmanni til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um lógina um frískúlar skal svarast.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  11. 1.viðgerð av tingmáli nr. 120/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/1998: Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  13. 1.viðgerð av tingmáli nr. 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í lógini um fólkapensjón.

    Málini nr. 91 og 93 verða viðgjørd undir einum.

  14. 1.viðgerð av tingmáli nr. 16-2/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárini 1996 og 1997.
  15. 1.viðgerð av tingmáli nr. 16-3/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997.
  16. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.15

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                                        /Súsanna Danielsen
                                                                                    skrivari