Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

64. fundur

Fríggjadagur 12. mars 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 12. mars, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir John Petersen, Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass, landsstýrismenninir Finnbogi Arge og Eyðun Elttør og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 112/1998: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  2. Málið beint í rættarnevndina.

    Fundur niðurlagdur kl. 11.30
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 114/1998: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1998 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1998.
  4. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 115/1998: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 1998 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1998.
  6. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

  7. Val av §-25 nevnd at endurskoða tingskipanina.
  8. Valdir vórðu: Jógvan Durhuus, Bjarni Djurholm, Henrik Old, Alfred Olsen, Sámal Petur í Grund og Jenis av Rana.

  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing.
  10. Málið beint í trivnaðarnevndina.

  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar).
  12. Málið beint í mentanarnevndina.

  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving).
  14. Málið beint í mentanarnevndina.

  15. 1. viðgerð av tingmáli nr. 107/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving).
    Málið beint í mentanarnevndina.

                        Tingmálini nr. 105, nr. 106 og nr. 107 vórðu viðgjørd undir einum.

 

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota, 1. viðgerð av tingmáli nr. 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð og 1. viðgerð av tingmáli nr. 109/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg "om Jordbrugets Fremme".

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 16. mars 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 109/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg "om Jordbrugets Fremme".
  4.                 Málini nr. 108 og nr. 109 verða viðgjørd undir einum.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í lógini um fólkapensjón.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/1998: Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  7.                 Málini nr. 93 og nr. 91 verða viðgjørd undir einum.

  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
  9. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.15 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                            /Marius Rein
                                                            skrivari