Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

63. fundur

Hósdagur 11. mars 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, hósdagin 11. mars, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass, landsstýrismenninir Finnbogi Arge og Eyðun Elttør og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 111/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning".
  2. Málið beint í rættarnevndina.

  3. 2. viðgerð tingmáli nr. 118/1998: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða tingskipanina.
  4. Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999.
  6. Fundur niðurlagdur kl. 12.05
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

    Málið beint í fíggjarnevndina.

  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 116/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
  8. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

 

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing, 1. viðgerð av tingmáli nr. 112/1998: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m., 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar), 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving), 1. viðgerð av tingmáli nr. 107/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving) og 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 12. mars 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Val av §-25 nevnd at endurskoða tingskipanina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 112/1998: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 114/1998: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1998 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1998.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 115/1998: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 1998 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1998.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar).
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving).
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 107/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving).
  9.                     Málini nr. 105, nr. 106 og nr. 107 verða viðgjørd undir einum.

  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 109/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg "om Jordbrugets Fremme".
  13.                    Málini nr. 108 og nr. 109 verða viðgjørd undir einum.

  14. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.20

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                            /Marius Rein
                                        skrivari