Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

61. fundur

Týsdagur 9. mars 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, týsdagin 9. mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Vilhelm Johannesen og Finnur Helmsdal vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, dagfest 5. mars 1999, um farloyvi frá 8. mars 1999, og at næst maður á lista Javnaðarfloksins í Suðuroyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Mikkjal Sørensen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jóannes Eidesgaard.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr.16-4/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárini 1993-1997.
  2. Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.

  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16-5/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Telefonverk Føroya Løgtings fyri fíggjarárini 1993-97.
  4. Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 113/1998: Uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av almennum roknskapum.
  6. Málið beint í fíggjarnevndina.

  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 118/1998: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða tingskipanina.
  8. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 111/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning", 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999 og 1. viðgerð av tingmáli nr. 116/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 10. mars 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 95/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 96/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet".
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-31/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi skjalakanningum í eystureuropeiskum skjalagoymslum.
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-33/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðurskiftum Føroya til evruna.
  8. Framløga. 

Fundur lokin kl. 17.40

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                    skrivari