Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

60. fundur

Fríggjadagur 5. mars 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 5. mars, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Bjarni Djurholm, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Vilhelm Johannesen, Marjus Dam og Finnur Helmsdal, løgmaður og landsstýrismenninir Signar á Brúnni og Finnbogi Arge vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-32/1998 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtanarmannagongdum.
  2. Málið avgreitt.

  3. Framløga.
  4. Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, legði vegna løgtingsgrannskoðararnar fram tingmál nr. 16-13/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin, Íbúðagrunnurin og Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fíggjarárini 1993-1997.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr.16-4/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárini 1993-1997.
  6. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-5/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Telefonverk Føroya Løgtings fyri fíggjarárini 1993-97.
  8. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
  10. Málið beint í fíggjarnevndina.

    Fundur niðurlagdur kl. 12.20
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

  11. Framløga.

Løgtingsformaðurin, legði vegna formansskapin fram tingmál nr. 113/1998: Uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av almennum roknskapum og vegna seg sjálvan fram tingmál nr. 118/1998: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða tingskipanina.

Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, legði vegna seg sjálvan og løgtingsmenninar Eyðun Viderø, Henrik Old, Alfred Olsen, Sámal Petur í Grund og Jenis av Rana tingmál nr. 114/1998: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1998 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1998.

Dan R. Petersen, løgtingsmaður, legði vegna seg sjálvan og Jógvan við Keldu, løgtingsmann, fram tingmál nr. 115/1998: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 1998 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1998.

Kristian Magnussen, løgtingsmaður, legði vegna Javnaðarflokkin fram tingmál nr. 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í lógini um fólkapensjón.

Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, legði vegna Javnaðarflokkin fram tingmál nr. 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing.

Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, legði vegna seg sjálvan og løgtingsmenninar Tórbjørn Jacobsen, Jógvan á Lakjuni, Dan R. Petersen, Edmund Joensen og Alfred Olsen tingmál nr. 92/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fram tingmálini nr. 111/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning" og nr. 112/1998: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði vegna Signar á Brúnni, landsstýrismann, fram tingmálini nr. 90/1998: Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar, nr. 97/1998: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan, nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar), nr. 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving) og nr. 107/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving).

Eyðun Elttør, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 96/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet".

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði fram tingmálini nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota og nr. 116/1998:   Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði vegna Finnboga Arge, landsstýrismann, fram tingmálini nr. 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð og nr. 109/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg "om Jordbrugets Fremme".

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, legði fram tingmálini  nr. 91/1998: Uppskot til løgtingslógum almannapensiónir o.a., nr. 102/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, fram tingmálini nr. 1-9/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999, nr. 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m., nr. 95/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og nr. 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 9. mars 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr.16-4/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárini 1993-1997.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16-5/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Telefonverk Føroya Løgtings fyri fíggjarárini 1993-97.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 113/1998: Uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av almennum roknskapum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 118/1998: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða tingskipanina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 111/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning".
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 116/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
  9. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 15.10

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari