Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

55. fundur

Hósdagur 25. februar 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 25. februar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan á Lakjuni, Jóannes Eidesgaard, Flemming Mikkelsen, Jákup Sverri Kass og Páll á Reynatúgvu og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Jørgen Niclasen og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónstrygging.
  2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattalætta.
  2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/1998: Uppskot til løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
  2. Málið beint í fíggjarnevndina.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 83/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning.
  4. Málið beint í vinnunevndin.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri februar 1999 - 2.
  6. Málið beint í fíggjarnevndin

    Málini nr. 83/1998 og nr. 1-8/1998 vórðu viðgjørd undir einum.

  7. Framløga:
  8. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 82/1988: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir.

    Kristian Magnussen, løgtingsmaður, legði fram tingmál nr. 85/1998: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-39/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm og Jógvan Durhuus, løgtingsmonnum, um arbeiðið við nýggjum fiskivinnuskúla, fyrispurningi nr. 100-40/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gomlum teldum til fólkaskúlan og fyrispurningi nr. 100-41/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni viðvíkjandi landskassans skuld til føroysku kommunurnar.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 26. februar 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-39/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm og Jógvan Durhuus, løgtingsmonnum, um arbeiðið við nýggjum fiskivinnuskúla.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-40/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gomlum teldum til fólkaskúlan.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni viðvíkjandi landskassans skuld til føroysku kommunurnar.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 80/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í samband við barnsburð.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-21/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi av matvørum.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.40

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                /Marius Rein
                                                skrivari