Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

54. fundur

Týsdagur 23. februar 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, týsdagin 23. februar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Jógvan við Keldu, Vilhelm Johannesen og Jóannes Eidesgaard, og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 51/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  2. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-2.
    Málið avgreitt.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/1998: Uppskot til løgtingslóg um djóralæknavirksemi v.m.
  4. Málið beint í vinnunevndina.

  5. Framløga.
  6. Kristian Magnussen, tingmaður, legði vegna Javnaðarflokkin fram tingmálini nr. 83/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning og nr. 1-8/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri februar 1999 - 2.

    Hans Pauli Strøm, tingmaður, legði vegna Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin fram tingmál nr. 84/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum.

    Jenis av Rana, tingsmaður, legði vegna seg sjálvan, og tingmenninar Jógvan á Lakjuni, Marjus Dam og Jákup Sverra Kass, fram tingmál nr. 80/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í samband við barnsburð.

  7. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-23/1998 frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutnings- og fiskiloyvinum til Frøyanes.
  8. Málið avgreitt.

  9. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-24/1998 frá Jákup Sverra Kass og Vilhelm Johannesen, løgtingsmonnum, viðvíkjandi innflutningsloyvinum til norskan línubát.
    Málið avgreitt.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningum nr. 100-37/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónstrygging og nr. 100-38/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattalætta.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 25. februar1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónstrygging.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattalætta.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/1998: Uppskot til løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 83/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri februar 1999 - 2.

  6.                 Málini nr. 83/1998 og nr. 1-8/1998 verða viðgjørd undir einum.

  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.30

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                            /Marius Rein
                                        skrivari