Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 | ||
51. fundur |
Mikudagur 17. februar 1999 |
kl. 15.10 |
Ár 1999, mikudagin 17. februar, kl. 15.10 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen og Sámal Petur í Grund, Eyðun Elttør, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
Málið avgreitt.
Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyripurning nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði, svar uppá fyripurning nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini, svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba og svar uppá fyrispurning nr. 100-26/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum Suðuroyarskipi.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 18. februar 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
Fundur lokin kl. 17.10
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius
Rein
skrivari