Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

50. fundur

Týsdagur 16. og Mikudagur 17. februar 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, týsdagin 16. februar, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Jógvan Durhuus, Eyðun Hansen og Hans Paula Strøm viðvíkjandi vegnum til Tjørnuvíkar.
  2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-35/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi samskatting av hjúnum og dupulta botnfrádráttinum.
  4. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurnigurin skal svarast.

  5. Framløga.
  6. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 77/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um granskingarráð Føroya.
    Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-36/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi komandi tillagingum og skerjingum í almenna sektorinum.

  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
  8. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-7-7.
    Málið avgreitt.

  9. Aðalorðaskifti av tingmáli nr. 101-3/1998: Frágreiðing frá Finnboga Arge, landsstýrismanni, um framtíðar samferðslukervið í Føroyum.

Fundur nirðurlagdur kl. 11.55
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
Fundur niðurlagdur kl. 16.40

Fundur uppafturtikin mikudagin 17. februar 1999 kl. 10.00

Fundur niðurlagdur kl. 12.00
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 17. februar 1999 kl. 15.10 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um 100-36/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi komandi tillagingum og skerjingum í almenna sektorinum.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-17/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðstilboði til rørslutarnað.
  4. Svar uppá fyripurning nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði.
  5. Svar uppá fyripurning nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-26/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum Suðuroyarskipi.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 15.05

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                            /Marius Rein
                                        skrivari