Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

48. fundur

Týsdagur 9. februar 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, týsdagin 9. februar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen og Finnur Helmsdal vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtanarmannagongdum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  1. Tingmál nr. 101-3/1998: Frágreiðing frá Finnboga Arge, landsstýrismanni, um framtíðar samferðslukervið í Føroyum.
  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
  2. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.

  3. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-30/1998 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum vaktar- og bjargingarskipi.
  4. Málið avgreitt.

  5. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyripurningi nr.100-15/1998 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógaruppskotinum um kanning av virkseminum hjá PET.
  6. Málið avgreitt.

  7. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-14/1998 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi til privata nýtslu í árunum 1988-1998.
  8. Málið avgreitt.

  1. Rætting til val av nevningagrundlistanevnd.
  2. 27. januar 1999 varð Maria Petersen, Vestmanna, vald í nevningagrundlistanevndina fyri Streymoyar sýslu í staðin fyri Ole J. G. Olsen, ið bar seg undan vali. Navnið er komið skeivt fyri, talan var um at velja Johannu Mariu Pedersen, Vestmanna, men hon er frammanundan vald í nevningagrundlistanevndina. Í staðin varð Dánjal Jákup í Brekkunum, Hósvík valdur.

  3. Framløga

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 75/1998: Uppskot til løgtingslóg um kommunulæknaskipan

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-33/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðurskiftum Føroya til evruna.

Tikið av dagsskrá:

Svar uppá fyrispurning nr. 100-16/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands og svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 12. februar 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðurskiftum Føroya til evruna.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-16/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands.
  4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-17/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðstilboði til rørslutarnað.
  6. Svar uppá fyripurningur nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði.
  7. Svar uppá fyripurningur nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini.
  8. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.20

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                            /Marius Rein
                                                        skrivari