Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

47. fundur

Fríggjadagur 5. februar 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 5. februar, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Flemming Mikkelsen, Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal og Hergeir Nielsen og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-30/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum vaktar- og bjargingarskipi.
  2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-31/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi skjalakanningum í eystureuropeiskum skjalagoymslum.
  4. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og for Færøerne om retsafgifter".
  6. Uppskot frá Jóannes Eidesgaard, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 13-0-14. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-1-10.
    Málið avgreitt.

  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 66/1998: Uppskot til løgtingslóg um grundlógarnevnd.
  8. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen, Hans Paula Strøm og Alfred Olsen til § 2 samtykt 14-1-12. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 15-0-12.
    Málið avgreitt.

  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
  10. Broytingaruppskot frá Heina O. Heinesen og Jákup Suna Joensen til § 1 fall 8-1-16. Broytingaruppskot frá Henrik Old, Dan R. Petersen, Alfred Olsen og Jákup Sverra Kass til § 1 samtykt 21-4-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-3-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

    Fundur niðurlagdur kl. 12.25
    Fundur uppafturtikin til 13.30

  11. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-12/1998 frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlanini um Leirvíksfjørð.
  12. Málið avgreitt.

  1. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-13/1998 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at leggja Strandfaraskip landsins og Landsverkfrøðingsstovnin saman.
    Málið avgreitt

Farloyvi:
Skriv frá Jákup Suna Joensen, dagfest 5. februar 1999, við umsókn um farloyvi frá 6. februar 1999 og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Fólksfloksins í Norðsteymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eyðun Hansen, ið hevur sæti á tingi, skal taka sæti fyri Jákup Suna Joensen.

Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyrispurning nr. 100-14/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi til privata nýtslu í árunum 1988-1998, svar uppá fyripurningi nr.100-15/1998 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógaruppskotinum um kanning av virkseminum hjá PET, svar uppá fyripurning nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði, svar uppá fyripurning nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini og rætting til val av nevningagrundlistanevnd.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-32/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtanarmannagongdum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 9. februar 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtanarmannagongdum.
  2. Tingmál nr. 101-3/1998: Frágreiðing frá Finnboga Arge, landsstýrismanni, um framtíðar samferðslukervið í Føroyum.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
  4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-30/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum vaktar- og bjargingarskipi.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-15/1998 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógaruppskotinum um kanning av virkseminum hjá PET.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-14/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi til privata nýtslu í árunum 1988-1998.
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-16/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands.
  8. Svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.
  9. Rætting til val av nevningagrundlistanevnd.
  10. Framløga

Fundur lokin kl. 16.25

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                            /Marius Rein
                                                        skrivari