Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

46. fundur

Týsdagur 2. februar 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, týsdagin 2. februar, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Henrik Old, Sámal Petur í Grund og Heini O. Heinesen og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi aktiveringini av forsorgarlógini.
  2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurn skal svarast.

  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-28/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gildisseting av kirkjulógum í Føroyum.
  4. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.

  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-29/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi farleiðini Øravík-Hov.
  6. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.

  7. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-2/1998: Frágreiðing frá løgmamanni um uttanlandsmál 1998/99.
  8. Fundur niðurlagdur kl. 11.55
    Fundur uppafturtikin kl.13.30

  9. Málið avgreitt.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-30/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum vaktar- og bjargingarskipi og nr. 100-31/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Bjarna Djurholm løgtingsmanni viðvíkjandi skjalakanningum í eystureuropeiskum skjalagoymslum.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 4. februar 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-30/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum vaktar- og bjargingarskipi.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-31/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Bjarna Djurholm løgtingsmanni viðvíkjandi skjalakanningum í eystureuropeiskum skjalagoymslum.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og for Færøerne om retsafgifter".
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 66/1998: Uppskot til løgtingslóg um grundlógarnevnd.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-12/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlanini um Leirvíksfjørð.
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-13/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at leggja Strandfaraskip landsins og Landsverkfrøðingsstovnin saman.
  8. Svar uppá fyrispurningur nr. 100-14/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi til privata nýtslu í árunum 1988-1998.
  9. Svar uppá fyrispurning nr. 100-15/1998 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógaruppskotinum um kanning av virkseminum hjá PET.
  10. Svar uppá fyripurningur nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði.
  11. Svar uppá fyripurningur nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini.
  12. Rætting til val av nevningagrundlistanevnd
  13. Framløga

 

Fundur lokin kl. 15.45

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                            /Marius Rein
                                        skrivari