Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

40. fundur

Hósdagur 7. januar 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, hósdagin 7. januar, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, dagfest 5. januar 1999, um farloyvi, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Hans Tausen Olsen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Tórbjørn Jacobsen.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at leggja Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrøðingsstovnin saman.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
    Uppskot frá løgtingsformanninum, um at beina málið í serliga nevnd, sambært § 25 í tingskipanini, har formansskapurin og floksformenninir á tingi eru limir. Fyri Sambandsflokkin var Alfred Olsen tó valdur, tí formaður Sambandsfloksins er limur í formansskapinum. Samtykt 31-0-0.

Tikið av dagsskrá:

Svar uppá fyrispurning nr. 100-12/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlanini um Leirvíksfjørð.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar: Nr. 100-14/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi til privata nýtslu í árunum 1988-1998, nr. 100-15/1998 til Høgna Hoydal, landsstýsirmann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógaruppskotinum um kanning av virkseminum hjá PET, nr. 100-16/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands, nr. 100-17/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðstilboði til rørslutarnað, nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Peteresen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði, nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Peteresen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini og nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 7. januar 1999 kl. 12.35 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-14/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi til privata nýtslu í árunum 1988-1998.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-15/1998 til Høgna Hoydal, landsstýsirmann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógaruppskotinum um kanning av virkseminum hjá PET.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðstilboði til rørslutarnað.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Peteresen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði.
  6. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Peteresen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini.
  7. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.

Fundur lokin kl. 12.30  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari