Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

36. fundur

Mánadagur 21. december 1998

kl. 14.00

 

Ár 1998, mánadagin 21. desember, kl. 14.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan á Lakjuni, Rúna Sivertsen, Jógvan Lützen, Hans Pauli Strøm, Vilhelm Johannesen, Henrik Old, Jóannes Eidesgaard, Flemming Mikkelsen, Marjus Dam, Sámal Petur í Grund, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Hergeir Nielsen, og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Signar á Brúnni og Finnbogi Arge vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Tórbjørn Jacobsen, dagfest 20. desember 1998, um farloyvi 10 dagar frá fyrstkomandi tingfundi at rokna, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at Hans Tausen Olsen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Tórbjørn Jacobsen.

Til viðgerðar:

  1. Framløga.
    Fíggjarnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 1-6/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998 og nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 22. desember 1998 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 22/1998: Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 36/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 68/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 71/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 32/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskúlar.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til lemmatrolarar.
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 70/1998: Handilssáttmáli við Pólland.
  15. Framløga

Fundur lokin kl. 14.45

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari