Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

34. fundur

Hósdagur 17. december 1998

kl. 13.30

 

Ár 1998, hósdagin 17. desember, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgmaður var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Val av einum limi í fíggjarnevndina, einum limi í mentanar-nevndina, einum limi í trivnaðarnevndina, einum limi í § 19 nevndina, einum varalimi í vinnunevndina, einum varalimi í mentanarnevndina, einum varalimi í trivnaðarnevndina og einum varalimi í útnorðurráðið.

    Vald vóru:
    Fíggjarnevndin
    Fastur limur:

    Bjarni Djurholm

    Mentanarnevdin
    Fastur limur:

    Jóanis Nielsen

    Trivnaðarnevndin
    Fastur limur:

    Jóanis Nielsen

    § 19 nevndin:
    Eyðun Viderø

    Vinnunevndin
    Varalimur:

    Jóanis Nielsen

    Mentanarnevdin
    Varalimur:

    Bjarni Djurholm

    Trivnaðarnevndin
    Varalimur:

    Jákup Suni Joensen

    Útnorðurráðið
    Varalimur:

    Jógvan á Lakjuni
  2. Tilnevning av 1. næstformanni.
    Tilnevndur varð Eyðun Viderø.
  3. Rætting til val av nevningagrundlistanevndum.
    Eysturoyar Sýsla:
    Maria Jacobsen, Langanes, Glyvrar, varð vald í staðin fyri Steintór Jacobsen, Gøtu.
  4. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-11/1998 frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi orðabókaútgávu úr og í fremmand mál.
    Málið avgreitt.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. Framløga.
    Vinnunevndin legði fram álit í tingmáli nr. 58/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til lemmatrolarar.

Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m., 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan, 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald, 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald, 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, 2. viðgerð av tingmáli nr. 71/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðis-útbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar), 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskúlar, 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisútbúgvingar og 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 18. desember 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1998: Uppskot til fíggjarløgtingslóg fyri 1999.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 64/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001".
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998:Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar)
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskúlar.
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
  16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.
  17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 27/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT
  18. 2. viðgerð av tingmáli nr. 45/1998: Uppskot til løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu
  19. 2. viðgerð av tingmáli nr. 57/1998: Uppskot til løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
  20. 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg fyri Føroya Lívstrygging.
  21. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 19.25  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                        /Marius Rein
                                                    skrivari