Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

33. fundur

Mikudagur 16. december 1998

kl. 13.30

 

Ár 1998, mikudagin 16. desember, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, løgmaður, Eyðun Elttør, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið.
    Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/1998: Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum.
    Broytingaruppskot frá Hans Paula Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam til § 7 fall 12-0-18. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/1998: Handilssáttmáli við Pólland.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg fyri Føroya Lívstrygging.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  5. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-10/1998 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølum yvir uppboðssølu.
    Málið avgreitt.
  6. Framløga:
    Trivnaðarnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 27/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT, nr. 45/1998: Uppskot til løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu og nr. 57/1998: Uppskot til løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.

Afturtikið:
Tingmál nr. 72/1998: Nýval av nevndum varð afturtikið av uppskotsstillaranum. Sambært § 55 í tingskipanini spurdi tingformaðurin um annar løgtingsmaður, løgmaður ella landsstýrismaður tekur upp aftur uppskotið. Eingin tók uppskotið uppaftur.

Tikið av dagsskrá:

Svar uppá fyrispurning nr. 100-11/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi orðabókaútgávu úr og í fremmand mál.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 17. desember 1998 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Val av einum limi í fíggjarnevndina, einum limi í mentanarnevndina, einum limi í trivnaðarnevndina, einum limi í § 19 nevndina, einum varalimi í vinnunevndina, einum varalimi í mentanarnevndina, einum varalimi í trivnaðarnevndina og einum varalimi í útnorðurráðið.
  2. Tilnevning av 1. næstformanni.
  3. Rætting til val av nevningagrundlistanevndum.
  4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-11/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi orðabókaútgávu úr og í fremmand mál.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar)
  18. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskúlar.
  19. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
  20. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.
  21. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 16.55  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                /Marius Rein
                                            skrivari