Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

32. fundur

Týsdagur 15. december 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, týsdagin 15. desember, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Jóannes Eidesgaard og Hergeir Nielsen vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá løgmanni, dagfest 14. desember 1998, har løgmaður boðar frá, at hann tann 27. november 1998 hevur loyst John Petersen úr embætinum sum landsstýrismaður, og skriv frá løgmanni, dagfest 14. desember 1998, har løgmaður boðar frá, at Jørgen Niclasen er tilnevndur landsstýrismaður í fiskivinnumálum tann 14. desember 1998.

Farloyvi:
Skriv frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, dagfest 15. desember 1998, um farloyvi, meðan hann er landsstýrismaður, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Vága valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á tingmenninar Bjarna Djurholm, Eyðun Viderø og Henrik Old um at kanna, hvør næstur er á lista Fólkafloksins í Vága valdømi. Eyðun Viderø mælti til, vegna seg sjálvan, Bjarna Djurholm og Henrik Old, at Jóanis Nielsen tekur sæti á tingi fyri Jørgen Niclasen. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/1998: Eykafíggjarløgtingslóg fyri 1998.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 54/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 55/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð.
    §§ 1 og 2 fullu við 11-0-15 atkvøðum. Málið fallið
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av karensdagalógini.
    Fundur niðurlagdur kl. 12.15.
    Fundur uppafturtikin kl. 14.00.
    §§ 1 og 2 fullu við 11-0-15 atkvøðum. Málið fallið
    Málið avgreitt.
  7. Framløga
    Løgtingsformaðurin legði fram tingmál nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna
    Karsten Hansen, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 1-6/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001".
    Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1998: Uppskot til fíggjarløgtingslóg fyri 1999.
    Jenis av Rana legði fram broytingaruppskot til §§ 2, 6 og 8. Kristian Magnussen legði fram broytingaruppskot til § 6 og Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen løgdu fram nýtt broytingaruppskot til § 8.
    Broytingaruppskot til § 1 samtykt 27-0-0. § 1 soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Broytingaruppskot frá Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen til § 2 (§ 10) fall 9-1-17. Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen til § 2 (§ 10) burturdottið. Broytingaruppskot frá Jenis av Rana til § 2 fall 7-3-17. Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 2 samtykt 22-5-0. § 2 soleiðis broytt samtykt 22-5-0. Broytingar-uppskot til § 3 samtykt 27-0-0. § 3 soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen til § 5 fall 7-0-20. Broytingaruppskot frá Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen til § 5 fall 11-0-16. Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 5 samtykt 27-0-0. § 5 soleiðis broytt samtykt 17-10-0. Broytingar-uppskot frá Kristian Magnussen til § 6 fall 11-1-15. Broytingar-uppskot frá Jenis av Rana til § 6 fall 11-0-16. Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 6 samtykt 23-4-0. § 6 soleiðis broytt samtykt 22-4-1. Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen til § 7 fall 10-0-16. Broytingaruppskot frá Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen til § 7 fall 10-1-16. Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 7 samtykt 21-3-3. § 7 soleiðis broytt samtykt 21-6-0. Broytingar-uppskot frá Vilhelm Johannesen til § 8 fall 6-2-19. Broytingar-uppskot frá Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen til § 8 fall 11-0-16. Broytingaruppskot frá Jenis av Rana til § 8 fall 3-1-23.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 8 samtykt 26-1-0. § 8 soleiðis broytt samtykt 26-0-1. § 9. Nýggj grein. Uppskot frá meirilutanum samtykt 27-0-0. § 10. Nýggj grein. Uppskot frá meirilutanum samtykt 17-2-8. Broytingaruppskot frá meirilutanum til §§ 20 og 25 samtykt 20-7-0. §§ 20 og 25 soleiðis broyttar samtykt 20-7-0. Uppskotið til fíggjarløgtingslóg fyri 1999 soleiðis broytt samtykt 18-9-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  10. Framløga.
    Fíggjarnevndin legði fram álit í hesum løgtingsmálum 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m., nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg umáseting av skatti til landskassan, nr. 36/1998: Uppskot tiil løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald, nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, nr. 38/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald, nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytin í løgtingslóg um toll, nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, nr. 68/1998: Uppskot tilløgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og 71/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Mentanarnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar), nr. 32/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskúlar, nr. 33/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisútbúgvingar og nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.

Afturtikið
Tingmál nr. 65/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening varð afturtikið av uppskotsstillaranum. Sambært § 55 í tingskipanini spurdi tingformaðurin um annar løgtingsmaður, løgmaður ella landsstýrismaður tekur upp aftur uppskotið. Eingin tók uppskotið upp aftur.

Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 25/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið, 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/1998: Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum, 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/1998: Handilssáttmáli við Pólland, 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg fyri Føroya Lívstrygging, 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/1998: Nýval av nevndum og svar uppá fyrispurning nr. 100-10/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann og landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølum yvir uppboðssølu.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 16. desember 1998 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/1998: Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/1998: Handilssáttmáli við Pólland.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg fyri Føroya Lívstrygging.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/1998: Nýval av nevndum.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-10/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann og landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølum yvir uppboðssølu
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-11/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi orðabókaútgávu úr og í fremmand mál.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.45

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari