Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

31. fundur

Fríggjdagur 11. december 1998

kl. 13.30

 

Ár 1998, fríggjadagin 11. desember, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jørgen Niclasen, Jógvan á Lakjuni, Bjarni Djurholm, Jógvan Lützen, Vilhelm Johannesen, Katrin Dahl Jakobsen, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Alfred Olsen, Marjus Dam, Jákup Sverri Kass, Kári P. Højgaard, Jógvan Durhuus, Finnur Helmsdal og Hergeir Nielsen, løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Signar á Brúnni, Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

1. Framløga.

Finnbogi Arge, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 67/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg fyri Føroya Lívstrygging.

Óli Breckmann, løgtingsmaður, legði fram tingmál nr. 72/1998: Nýval av nevndum.

Trivnaðarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 22/1998: Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 15. desember 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/1998: Eykafíggjarløgtingslóg fyri 1998.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 54/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 55/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1998: Uppskot til fíggjarløgtingslóg fyri 1999.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001".
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av karensdagalógini.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/1998: Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/1998: Handilssáttmáli við Pólland.
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg fyri Føroya Lívstrygging.
  14. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/1998: Nýval av nevndum.
  15. Svar uppá fyrispurning nr. 100-10/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann og landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølum yvir uppboðssølu
  16. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 14.10

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                /Marius Rein
                                                            skrivari