Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

28. fundur

Fríggjadagur 4. december 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, fríggjadagin 4. desember, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Bjarni Djurholm, Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen, Sámal Petur í Grund og Hergeir Nielsen, Signar á Brúnni, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlanini um Leirvíksfjørð.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 23-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 13-0-10.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn.
    Broytingaruppskot frá Henrik Old, Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen og Marjus Dam fall 10-0-14. Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 14-0-10.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 18/1998: Uppskot til løgtingslóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1, stk. 1 og 2, samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd.
    Málið beint í rættarnevndina.

    Fundur niðurlagdur kl. 11.55
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og for Færøerne om retsafgifter".
    Málið beint í rættarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven".
    Málið beint í rættarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 63/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í lóg um Føroyar um rættargang v.m.
    Málið beint í rættarnevndina.
    Tingmálini nr. 62 og 63 vórðu viðgjørd undir einum.

Rakstrarfrágreiðing Landsstýrisins um fíggjarárið 1998 til Føroya Løgtings varð handað tingmonnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 8. desember 1998 kl.13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 18/1998: Uppskot til løgtingslóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/1998: Eykafíggjarløgtingslóg fyri 1998.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 54/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/1998: Uppskot til løgtingslóg um grundlógarnevnd.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 60/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om patientforsikring".
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/1998: Uppskot til broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
  9. Val av nevningagrundlistanevndum.
  10. Framløga.

Fundur lokin kl. 14.30

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari