Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

26. fundur

Týsdagur 1. december 1998

kl. 14.00

Ár 1998, týsdagin 1. desember, kl. 14.00 varð tingfundur settur.

Finnbogi Arge, landsstýrismaður, var ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv, dagfest 30. november 1998, frá John Petersen, løgtingsmanni, um farloyvi til Landsrættin hevur dømt í sakarmáli móti honum. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eyðun Viderø, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri John Petersen.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 24/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um privatar skráir.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998 - 2.
    Uppskotið fall 14-1-17.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/1998: Avtala um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini.
    Uppskot til samtyktar samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 1 og 2 samtykt 32-0-0. §§ 1 og 2 soleiðis broyttar samtykt 32-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn.
    §§ 1 og 2 samtyktar 18-0-14. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
    §§ 1 og 2 samtyktar 19-0-12. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  7. Framløga.

Uttanlandsnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 26/1998: Góðkenning av rammuavtalu millum Føroya Landsstýri og Grønlands Landsstýri um sínámillum fiskirættindi, og nr. 28/1998: Góðkenning av millumtjóða sáttmála um sosiala forsorg og sosialar tænastur. Vinnunevndin legði fram álit í tingmáli nr. 18/1998: Uppskot til løgtingslóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fram tingmálini nr. 59/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd, nr. 61/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og for Færøerne om retsafgifter", nr. 62/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven", nr. 63/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í lóg um Føroyar um rættargang v.m., og nr. 66/1998: Uppskot til løgtingslóg um grundlógarnevnd.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, legði fram tingmálini nr. 60/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om patientforsikring" og nr. 65/1998: Uppskot til broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, legði fram tingmálini nr. 1-5/1998: Eykafíggjarlóg fyri 1998 og nr. 64/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001".

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 3. desember 1998 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 26/1998: Góðkenning av rammuavtalu millum Føroya Landsstýri og Grønlands Landsstýri um sínámillum fiskirættindi.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/1998: Góðkenning av millumtjóða sáttmála um sosiala forsorg og sosialar tænastur.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/1998: Uppskot til løgtingslóg um grundlógarnevnd.
  4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-7/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðavinnu í Føroyum.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-8/1998 til Finnboga Arge, landstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunningardiskinum á flogvøllinum.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/1998: Eykafíggjarløgtingslóg fyri 1998.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for årene 1999-2001".
  8. Val av nevningagrundlistanevndum.
  9. Framløga.
  10.  

Fundur lokin kl. 16.20  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                        /Marius Rein
                                                    skrivari