Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

25. fundur

hósdagur 26. november 1998

kl. 14.00

 

Ár 1998, hósdagin 26. november, kl. 14.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Sámal Petur í Grund, Jógvan Durhuus, Tórbjørn Jacobsen og Finnur Helmsdal vóru ikki á fundi.

 

Til  viðgerðar:


1.
2. viðgerð av tingmáli nr. 24/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um privatar skráir.

§§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.


2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.

Málið beint í fíggjarnevndina.


3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald.

Málið beint í fíggjarnevndina.


4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Málið beint í fíggjarnevndina.


5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

Málið beint í vinnunevndina.


6. Framløga.

Uttanlandsnevndin legði fram álit í tingsmáli nr. 52/1998: Avtala um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini. Vinnunevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 44/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn og nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans og fíggjarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 1-4/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg oktober 1998 - 2.

 

Tikið av dagsskrá:

Val av nevningagrundlistanevndum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 1.desember 1998 kl. 14.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 24/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um privatar skráir.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998 - 2.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/1998: Avtala um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
  7. Val av nevningagrundlistanevndum.
  8. Framløga.


Fundur lokin kl. 18.35

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

 

/Marius Rein, skrivari