Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

24. fundur

Fríggjadagur 20. november 1998

kl. 13.30

 

Ár 1998, fríggjadagin 20. november, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Edmund Joensen, løgtingsmaður, Finnbogi Arge og Signar á Brúnni, landsstýrismenn, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 23/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/1998. Uppskot til løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/1998: Uppskot til løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. Framløga.

Rættarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 24/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um privatar skráir.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald og 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 26. november 1998 kl. 14.00 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 24/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um privatar skráir.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/1997: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
  6. Val av nevningagrundlistanevndum.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.40

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                /Marius Rein
                                            skrivari