Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

23. fundur

Hósdagur 19. november 1998

kl. 13.30

 

Ár 1998, hósdagin 19. november, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Sámal Petur í Grund og Jógvan Durhuus, Finnbogi Arge, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi orðabókaútgávu úr og í fremmand mál.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/1998: Uppskot til løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn.
    Málið beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
    Málið beint í vinnunevndina.
    Tingmálini nr. 47 og nr. 48 vórðu viðgjørd undir einum.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 39 og nr. 40 vórðu viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar).
    Málið beint í mentanarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.
    Málið beint í mentanarnevndina.
    Tingmálini nr. 31 og nr. 34 vórðu viðgjørd undir einum.
  10. Framløga.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 20. november 1998 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 23/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/1998. Uppskot til løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/1998: Uppskot til løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.50  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                /Marius Rein
                                            skrivari