Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

22. fundur

Mikudagur 18. november 1998

kl. 13.30

 

Ár 1998, mikudagin 18. november, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Edmund Joensen, Marjus Dam, Sámal Petur í Grund , Heini O. Heinesen og Hergeir Nielsen, Finnbogi Arge, landsstýrismaður,  og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Annitu á Fríðriksmørk, dagfest 18. november 1998, um farloyvi til 27. november 1998 og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at Hildur Patursson, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Annitu á Fríðriksmørk.

Til viðgerðar:

  1. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-6/1998 frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnaansingarviðurskiftum.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til lemmatrolarar.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 44/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/1998: Uppskot til løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu, 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn, 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans, 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar) og 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-11/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi orðabókaútgávu úr og í fremmand mál.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 19. november 1998 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi orðabókaútgávu úr og í fremmand mál.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/1998: Uppskot til løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
    Løgtingsmálini nr. 47 og nr. 48 verða viðgjørd undir einum.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Løgtingsmálini nr. 39 og nr. 40 verða viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar).
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.
    Løgtingsmálini nr. 31 og nr. 34 verða viðgjørd undir einum.
  10. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.35

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari