Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

21. fundur

Týsdagur 17. november 1998

kl. 13.30

 

Ár 1998, týsdagin 17. november, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen, Sámal Petur í Grund, Annita á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen, Finnbogi Arge, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónsreformi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann og landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølum yvir uppboðssølu.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 23/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping.
    §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT.
    Málið beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/1998: Góðkenning av millumtjóða sáttmála um sosiala forsorg og sosialar tænastur.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/1998: Avtala um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt
    Málið beint í rættarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m.
    Málið beint í rættarnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding.
    Málið beint í rættarnevndina.

Tingmálini nr. 30, 54, 55 og 56 vórðu viðgjørd undir einum.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 50/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m., 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar) og svar uppá fyrispurningi nr. 100-6/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnaansingarviðurskiftum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 18. november 1998 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Svar uppá fyrispurning nr. 100-6/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnaansingarviðurskiftum.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til lemmatrolarar.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/1998: Uppskot til løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
    Tingmálini nr. 47 og nr. 48 verða viðgjørd undir einum.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Tingmálini nr. 39 og nr. 40 verða viðgjørd undir einum.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar).
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.
    Tingmálini nr. 31 og nr. 34 verða viðgjørd undir einum.
  11. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 16.45

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
                                               /Marius Rein
                                        skrivari