Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

19. fundur

Fríggjadagur 6. november 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, fríggjadagin 6. november, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Jákup Sverri Kass, Sámal Petur í Grund og Hergeir Nielsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni,   viðvíkjandi ferðavinnu í Føroyum.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.

2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/1998 til Finnboga Arge, landstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunningardiskinum á flogvøllinum.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.

3. Løgmaður svaraði fyrispurningi nr. 100-4/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslógini um Lønjavningargrunn.
Málið avgreitt.

4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð.
Málið beint í trivnaðarnevndina.

5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av karensdagalógini.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
Tingmálini nr. 20 og 21 vórðu viðgjørd undir einum.

6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/1998: Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum.

Fundur niðurlagdur kl. 12.00, uppafturtikin kl. 13.30

Málið beint í trivnaðarnevndina.

7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping.
Málið beint í vinnunevndina.

8.
1. viðgerð av tingmáli nr. 24/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um privatar skráir.
Málið beint í rættarnevndina.

9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið.
Málið beint í rættarnevndina.

10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/1998: Góðkenning av rammuavtalu millum Føroya Landsstýri og Grønlands Landsstýri um sínámillum fiskirættindi.
Málið beint í uttanlandsnevndina.

11. Framløga.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fram tingmálini nr. 54/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt, nr. 55/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m. og nr. 56/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding.

Finnbogi Arge, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 50/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

Signar á Brúnni, landsstýrismaður, legði fram tingmálini nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar), nr. 32/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskúlar, nr. 33/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisútbúgvingar og nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.

Finnbogi Arge, landsstýrismaður, legði vegna løgmann fram tingmálini nr. 27/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT, nr. 28/1998: Góðkenning av millumtjóða sáttmála um sosiala forsorg og sosialar tænastur, nr. 44/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, nr. 45/1998: Uppskot til løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu, nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn, nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans, nr. 51/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski og nr. 52/1998: Avtala um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini.

Signar á Brúnni, landsstýrismaður, legði vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, fram tingmálini nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m., nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, nr. 36/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald, nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju., nr. 38/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald, nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 19/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter".

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 13. november 1998 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter".

2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskúlar.

3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Løgtingsmálini nr. 32 og 33 verða viðgjørd undir einum.

4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT.

5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/1998: Góðkenning av millumtjóða sáttmála um sosiala forsorg og sosialar tænastur.

6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/1998: Avtala um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini.

7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.

8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald.

9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt

10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m.

11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding.
Løgtingsmálini nr. 30, 36, 54, 55 og 56 verða viðgjørd undir einum.

12. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.25

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
                                                            /Marius Rein
                                                        skrivari