Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 | ||
11. fundur |
týsdagur 6. oktober 1998 |
kl. 10.00 |
Ár 1998, týsdagin 6. oktober, kl. 10.00 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Óli Breckmann, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Marjus Dam og Hergeir Nielsen, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Signar á Brúnni, Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Farloyvi:
Skriv frá Jóannes Eidesgaard, dagfest 2. oktober 1998, um farloyvi frá 6. oktober 1998, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Suðuroyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á løgtingsmenninar Alfred Olsen, Vilhelm Johannesen og Jógvan á Lakjuni um at kanna valbrøvini fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi. Alfred Olsen mælti til, vegna seg sjálvan Vilhelm Johannesen og Jógvan á Lakjuni, at Mikkjal Sørensen tekur sæti á tingi fyri Jóannes Eidesgaard.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.Til viðgerðar:
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslógini um Lønjavningargrunn.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.1. viðgerð av tingmáli nr. 10/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
Málið beint í vinnunevndina.1. viðgerð av tingmáli nr. 11/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT).
Málið beint í vinnunevndina.4 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um vaktar- og bjargingartænastuna.
Málið beint í vinnunevndina.1. viðgerð av tingmáli nr. 8/1998: Uppskot til løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin).
Málið beint í fíggjarnevndina.1. viðgerð av tingmáli nr. 9/1998: Uppskot til løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum.
Málið beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 8 og 9 vórðu viðgjørd undir einum.
Fundur niðurlagdur kl. 12.20
Fundur uppafturtikin kl. 13.301. viðgerð av tingmáli nr. 13/1998: Góðkenning av ST sáttmála um forboð móti kjarnorkuroyndarspreingingum.
Málið beint í uttanlandsnevndina.John Petersen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-1/1998 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi umsiting av íslandskvotuni.
Málið avgreitt.Framløga
Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, legði vegna grannskoðanarnevndina fram tingmál nr. 16-1/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum - landsroknskapir 1992-1994.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði, vegna løgmann, vegna landsstýrið fram tingmálini nr. 14/1998: Handilssáttmáli við Estland og nr. 15/1998: Góðkenning av Millumlandasáttmála um Havumhvørvisvernd fyri Landnyrðingsatlantshav (Convention for the Protection of the Marine Environment of the North-East Atlantic).- Karsten Hansen, landsstýrismaður svaraði fyrispurningi nr. 100-2/1998 frá Jenis av Rana,
løgtingsmanni, viðvíkjandi støðuni hjá teimum, sum mist hava hús síni í kreppuárunum.
Málið avgreitt.Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 7. oktober 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1998: Uppskot til fíggjarløgtingslóg fyri 1999.
Framløga.
Fundur lokin kl. 15.10
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari