Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

10. fundur

fríggjadagur 2. oktober 1998

kl. 10.00

Ár 1998, fríggjadagin 2. oktober, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jørgen Niclasen og Dan Reinert Petersen og landsstýrismenninir Signar á Brúnni og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 5/1998: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya.

Fundur niðurlagdur kl. 12.00
Fundur uppafturtikin kl. 14.00

Broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlandsnevndin samtykt 18-0-12. Uppskotið til samtyktar soleiðis broytt endaliga samtykt  18-0-12.
Málið avgreitt.

2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/1998: Uppskot til løgtingslóg um setan av stjórnarskipanarnevnd.
§ 1 fall 12-0-18. Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.

3. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-3/1998 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkraflutningi við tyrlu vetrarhálvuna.
Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyrispurning nr. 100-1/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi umsiting av íslandskvotuni og svar uppá fyrispurningi nr. 100-2/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi støðuni hjá teimum, sum mist hava hús síni í kreppuárunum.

Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-4/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslógini um Lønjavningargrunn.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 6. oktober 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslógini um Lønjavningargrunn.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 11/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT).
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/1998: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um vaktar- og bjargingartænastuna.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/1998: Uppskot til løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin).
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/1998: Uppskot til løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/1998: Góðkenning av ST sáttmála um forboð móti kjarnorkuroyndarspreingingum.
  8. Svar uppá fyrispurning nr. 100-1/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi umsiting av íslandskvotuni.
  9. Svar uppá fyrispurningi nr. 100-2/1998 Karsten Hansen, landsstýrismann frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi støðuni hjá teimum, sum mist hava hús síni í kreppuárunum.
  10. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.00

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður


                                                            /Marius Rein
                                                    skrivari