Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

6. fundur

Týsdagur 18. august 1998

kl. 10.00

Ár 1998, týsdagin 18. august, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Vilhelm Johannesen, Henrik Old og Heðin Mortensen og landsstýrismenninir Helena Dam á Neystabø, Eyðun Eltør, Finnbogi Arge og Karstin Hansen og ríkisumboðsmaðurin, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

    1. 3. viðgerð av tingmáli nr.3/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
        Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt við 17-11-0 atkvøðum.
        Málið avgreitt.

    2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 4/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá
        langfarasjómonnum.
        Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt við 28-0-0 atkvøðum.
        Málið avgreitt.

    3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri august 1998.
        Broytingaruppskot til § 2 frá meirlutanum samtykt 18-5-5.
        Broytingaruppskot til § 7 frá minnilutanum fall 5-6-17.
        Broytingaruppskot til § 7 samtykt 23-5-0.
        Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-0-5.
        At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

    4. Val av 6 manna § 19 nevnd
        Valdir vórðu:
        Heini O. Heinesen
        Jørgen Niclasen
        Jóannes Eidesgaard
        Lisbeth L. Petersen
        Jákup Sverri Kass
        Jenis av Rana

    5. Framløga.
        Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-2/1998 til Karstin Hansen, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni,
         viðvíkjandi støðuni hjá teimum, sum mist hava hús síni í kreppuárunum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði vegna landsstýrið fram løgtingsmál nr. 5/1998: Uppskot til samtyktar um
        ríkisrættarligu støðu Føroya.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 25. august 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

    1. 3. viðgerð av tingmáli nr. nr. 1-2/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri august 1998.

    2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-2/1998 til Karstin Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi støðuni hjá teimum,
        sum mist hava hús síni í kreppuárunum ( Jenis av Rana, løgtingsmanni).

    3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 5/1998: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya.

    4. Framløga

 Fundur lokin kl. 12.00
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/ Beinta Joensen
skrivari