Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

4. fundur

Mikudagur 12. august 1998

kl. 14.00


Ár 1998, mikudagin 12. august, kl. 14.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jørgen Niclasen, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Dan Reinert Petersen, Henrik Old, Jóannes Eidesgaard, Flemming Mikkelsen, Jenis av Rana, Sámal Petur í Grund, Hans Tausen Olsen og Hergeir Nielsen, løgmaður og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Tórbjørn Jacobsen, dagfest 10. august 1998 um farloyvi frá fyrstkomandi tingfundi og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti á tingi.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Hans Tausen Olsen, ið áður hevur verið á tingi fyri Tórbjørn Jacobsen, skal taka sæti á tingi.

Til viðgerðar:
Framløga.

Vinnunevndin legði fram álit í løgtingsmáli nr. 3/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 14. august 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 2/1998: Uppskot til samtyktar um kanning av møguligum óregluligum politiskum og
    umsitingarligum avgerðum frá 1980 og frameftir.

2. 2. viðgerð av tingmáli nr.3/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur
    hjá langfarasjómonnum.

4. Framløga.

Fundur lokin kl. 14.35

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari