Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

3. fundur

fríggjadag 7. august 1998

kl. 10.00


Ár 1998, fríggjadagin 7. august, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen, Edmund Joensen, Sámal Petur í Grund og Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismenninir Karstin Hansen, Eyðun Elltør og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:
1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 2/1998: Uppskot til samtyktar um kanning av møguligum óregluligum politiskum og umsitingarligum
     avgerðum frá 1980 og frameftir.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri august 1998.

Fundur niðurlagdur kl. 12.20
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

    Málið beint í fíggjarnevndina.

3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/1998 til John Petersen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni,
    viðvíkjandi umsiting av íslandskvotuni.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 3/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið beint í vinnunevndina.

5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 4/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá
     langfarasjómonnum.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 12. august 1998 kl. 14.00 við hesi dagsskrá:

1. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.50

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari