Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1997

71. fundur

týsdagin 30. juni 1998

kl. 10.00

Ár 1998, týsdagin 30. juni, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Bjarni Djurholm, Rúna Sivertsen, Dan Reinert Petersen, Jenis av Rana, Sámal Petur í Grund og Tórbjørn Jacobsen, løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, John Petersen, Signar á Brúnni, og Finnbogi Arge og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 165/1997: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn.

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt við 25-1-0 atkvøðum.
Málið avgreitt.

2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 166/1997: Uppskot til løgtingslóg um manning av skipum.

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt við 14-0-12 atkvøðum.
Málið avgreitt.

Formaðurin fráboðaði, at løgtingið hevur stovnað heimasíðu á internetinum, adressan er:  www.logting.fo.

Formaðurin boðaði frá, at um einki átrokandi mál kemur fyri, verður ikki tingfundur aftur fyrrenn á ólavsøku. Um tingfundur verður, so verður fundurin lýstur í útvarpinum.  

Fundur lokin kl. 10.20  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari