Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1997

70. fundur

fríggjadagin 26. juni 1998

kl. 10.00


Ár 1998, fríggjadagin 26. juni, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Bjarni Djurholm, Rúna Sivertsen, Dan Reinert Petersen, Jóannes Eidesgaard, Flemming Mikkelsen, Marjus Dam, Jógvan Durhuus, Páll á Reynatúgvu og Hergeir Nielsen, løgmaður og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Signar á Brúnni, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 164/1997: Uppskot til samtyktar um staðfesting av STCW-F sáttmálanum um útbúgving, sjóvinnu og vaktarhald fyri manning á fiskiskipum.

Uppskotið til samtyktar samtykt 13-0-8.

Málið avgreitt.

2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 165/1997: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn.

§§ 1 og 2 samtyktar 22-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt 22-0-0.

3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 166/1997: Uppskot til løgtingslóg um manning av skipum.

Broytingaruppskot til §§ 2, 5, 8, 11, 12, 16, 24 og 29 samtykt 13-9-0. §§ 2, 5, 8, 11, 12, 16, 24 og 29 soleiðis broyttar samtykt 13-0-9. §§ 1, 3, 4, 6, 7, 9, 10, 13, 14, 15, 17, 18, 19, 20, 21, 22, 23, 25, 26, 27 og 28 samtyktar 13-0-9. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt 13-0-9.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 30. juni 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 165/1997: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn.
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 166/1997: Uppskot til løgtingslóg um manning av skipum.
3. Framløga.

Fundur lokin kl. 11.40

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari