Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1997

69. fundur

mikudagin 24. juni 1998

kl. 14.00

 

Ár 1998, mikudagin 24. juni, kl. 14.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Dan Reinert Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Jóannes Eidesgaard, Flemming Mikkelsen, Sámal Petur í Grund og Jógvan Durhuus, løgmaður og landsstýrismenninir Karsten Hansen, Signar á Brúnni og Finnbogi Arge vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 163/1997: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu frá 10. juni 1998 millum Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýrið.

Uppskotið til samtyktar samtykt við 25-0-0 atkvøðum.

Málið avgreitt.

2. Framløga.

Vinnunevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 164/1997: Uppskot til samtyktar um staðfesting av STCW-F sáttmálanum um útbúgving, sjóvinnu og vaktarhald fyri manning á fiskiskipum, nr. 165/1997: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn og nr. 166/1997: Uppskot til løgtingslóg um manning av skipum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 26. Juni 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1) 2. viðgerð av tingmáli nr. 164/1997: Uppskot til samtyktar um staðfesting av STCW-F sáttmálanum um útbúgving, sjóvinnu og vaktarhald fyri manning á fiskiskipum
2) 2. viðgerð av tingmáli nr. 165/1997: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn.
3) 2. viðgerð av tingmáli nr. 166/1997: Uppskot til løgtingslóg um manning av skipum.
4) Framløga.

Fundur lokin kl. 14.50

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari